Samandráttur:Línuskip: Tey nógvu línuskipini liggja enn, tað eru 2 sum eru úti, eitt kemur inn í vikuni, hvussu verður við restini er ósikkurt. Annars fara nøkur línuskip út aftur í vikuni.. Útróðrur: Streymurin verður ikki góður í vikuni, veðrið verður nokk gott, so eg vænti ikki nógvan útróðrafisk í vikuni, kanska eitt sindur síst í vikuni. Dúpvatnstrolarir: Ein fiskar við Grønland, fiska svartkalva, kongafisk og tosk, væntandi landar hann í vikuni Ein er eystanfyri, fiskar á djúpum vatni, svk og kf, vænti ikki at hann landar í hesu vikuni. Hinir antin partrola ella fiska djúpvatns fisk og landa uttanlanda. Partrolarir: Partrolarnir eru runt Føroyar, fiskaríið er vánaligt, tað verður kanska onkur inni í vikuni. Trolbátar: Tað verða 2 trolbátar mánadagin, sum fiska á Landleiðini, so vænti eg at hinir koma seinni í vikuni, tað eru eisini trolbátar sum eru uttan fyri markið, eg vænti eisini teir vera síðst í vikuni. Garnaskip: Ein fiskar havtasku, landar í vikuni. Ein fiskar svartkalva, vænti hann landar síðst í vikuni. Ein fiskar svartkalva, frystir umborð. |