Samandráttur:Línuskip. Tað verður vantandi nógvur línufiskur fyrst í vikuni. Línuskipini eru tey flestu á landgrunninum, fáa mest tosk og hýsu. Nakað er tó av brosmu og longu. 2 línuskip eru úti á rygginum, mest toskur, tó nakað av lira og blálongu. Útróðrur: Streymurin verður góður í vikuni, men veðurvánirnar eru ikki góðar, so ikki er vantandi, at tað verður nógvur útróður. Dúpvatnstrolarir: Teir flestu eru djúpt og fiska kongafisk og svartkalva. Landa helst seint í vikuni. Partrolarir: Partrolarnir eru runt Føroyar, fiskaríið er smáligt. Landa gjøgnum vikuna. Trolbátar: Trolbátarnir eru allir inni (fríggjadag 15/01.) Fara vantandi út tá veðri blívur betri. Garnaskip: Tveir fiska havtasku og ein fiskar svartkalva. Vantandi landa havtaskubátarnir mitt í vikuni. Tann, sum fiskar svartkalva, landar helst seint í vikuni. |