Samandráttur :Línuskip: Tað verður línufiskur fyrst í vikuni. Tað er ein blandingur av brosmu og longu og so nakað av hýsu og toski. Ein er undir Íslandi og er úti á Rock All, men teir landa ikki fyrr enn eftir páskir. Útróðrur: Streymurin verður ringur í vikuni og veðri sær út til at blíva vánaligt, so vit vanta lítið av útróðrafiski. Dúpvatnstrolarir: Tað eru bert 3, sum eru til fiskarí. Teir fiska fyri tað mesta upsa, svartkalva og kongafisk. Partrolarir: Partrolarnir eru mest eystanfyri Føroyar, fiskaríið er heldur minni nú. Landa gjøgnum vikuna. Trolbátar: Tveir fiska havtasku, hinir liggja allir inni (fríggjadag 26/03). Garnaskip: Tveir fiska havtasku og ein fiskar svartkalva. Havtaskubátarnir landa nokk ikki fyrr eftir páskir, meðan tann sum fiskar svartkalva, verður helst inni mánadagin. |
|
Les meira...
|