Samandráttur:Línuskip: Fýra eru undir Íslandi og fiska, 2 eru við Rock All, meðan hinir eru undir Føroyum. Tað er blandingur av tosk, hýsu, brosmu og longu, sum skipini fáa. Skipini koma inn gjøgnum vikuna. Útróðrur: Streymurin er ringur fyrst í vikuni, men blívur betri seinni í vikuni. Veðri sær út til at blíva gott, so vantandi verður nakað útróðri. Dúpvatnstrolarir: Tað eru bert 2, sum eru til fiskarí. Teir fiska fyri tað mesta upsa, svartkalva og kongafisk. Partrolarir: Partrolarnir eru runt Føroyar, fiskaríið er ikki gott. Landa gjøgnum vikuna. Trolbátar: 1 trolbátur er á Skeivabanka og fiskar havtasku. Hinir liggja allir inni, onkur fer helst út um vikuskiftið. Garnaskip: Tveir fiska havtasku og ein fiskar svartkalva. Havtaskubátarnir landa mitt í vikuni. Tann, sum fiskar svartkalva, landar mánadagin. Annar av havtaskubátunum leggur um til svartkalva. |