Samandráttur: Línuskip: Vantast kann við nógvum línufiski seinnpartin í vikuni. Onkur av teimum smærru línubátunum verða fyrst í vikuni. 3 bátar eru á rygginum, (mest toskur) 3 eru á Føroya Banka, meðan restin er á grunninum. Bátarnir á Føroya Banka og teir á landgrunninum fá ein góðan blanding ímillum hýsu og tosk. Útróðrur: Streymurin tekur nakað til, tó verður hann ikki av tí ringasta. Veðurforsøgnin er ivasom seinni í vikuni, tí skal man nokk ikki vanta tað stóra frá útróðrinum. Men um veðurforsøgnin ikki passar, so fara bátarnir út. |
|
Les meira...
|