Samandráttur:Línuskip: Tað vera 2 línuskip mánadagin, annar frá Íslandi, og annar frá Rygginum. Vit vænta at onkur kemur seinni í vikuni, men vit kunna ikki siga tað við vissu. Annars eru línubátarnir sera spjaddir, teir eru í Íslandi á Rygginum og við Føroyar Útróður: Streymurin er harður í vikuni, veðrið verður ikki nakað serligt, so eg vænti ikki nógvan útróðrarfisk, tað sum teir fáa er tosk og hýsu, og eitt sindur av hvítingi Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar við Grønland, er á veg yvir. Tað eru fleiri sum fiska makrel, so eru aðrir sum partrola, onkur fiskar djúpt, og landar niðri. Partrolarar: Partrolararnir eru runt Føroyar, fiskaríið er heldur smáligt. Landa gjøgnum vikuna. Nakað meir av toski er blandað uppí nú. Trolbátar: Vit vænta 4 trolbátar mánadagin, 2 sum hava verði á Landleiðini, og 2 sum hava verð uttanfyri 12 fjórðingar, so vænta vit restina seinni í vikuni. Garnaskip: Ein fiskar havtasku, landar í vikuni. Tveir fiska svartkalva, ein landar vantandi mánadagin, hin seinni í vikuni. |