Meting um Gólvsølu


Meting 24-10-2017
Eiði 0 kg
Klaksvík 0 kg
Leirvík 0 kg
Sørvágur 0 kg
Toftir 0 kg
Tórshavn 0 kg
Tvøroyri 0 kg
Vágur 0 kg
samla..........

0 kg

meira >>

Gólvsølu Yvirlit!


Sølur 24-10-2017
samla............

0 kg

Telefonsølur


    Sølur 24-10-2017
    samla...........

    0 kg

Meting um tilfeingið fyri viku 39, 2017 PDF Prenta Teldupostur
Friday, 22 September 2017

Samandráttur: Línuskip:  Trý landa mánadagin, tvey av rygginum, mest toskur og svartkalvi, og eitt undan Føroyum við longu og brosmu. Seinni í vikuni kemur eitt, møguliga tvey, undan Íslandi. Tað er mest av toski og so longa, brosma og hýsa tey koma við. Eitt línuskip er nýliga byrjað at fiska við Ísland og kemur tí neyvan at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fara nøkur út í næstum. 

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður meira ivasamt, so tí vantað vit ikki nógvan útróðrafisk. Fiskaríið er framvegis smáligt. 

Djúpvatnstrolarar:  Tveir fiska upsa og ein ger royndir á djúpum vatni. Ein fiskar stinglaks og blálongu. Ein landar helst miðskeiðis í vikuni og hinir møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva. 

Partrolarar: Tey flestu pørini eru eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er á einari leið. Møguliga landað nøkur miðskeiðis ella síðst í vikuni. Fýra pør liggja við bryggju, men helst fer okkurt út í næstum 

Trolbátar:  Tríggir eru úti og koma allir vantandi at landa mánadagin. Tey hava mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski og upsa. Møguliga fer onkur út um vikuskiftið. 

Garnaskip: Tríggir fiska svartkalva. Allir landa síðst í vikuni. Ójavnur fiskiskapur. 

Heinta alla metingina her
 

Faroe Fish Market 2013

Nærlagni umborð

Nærlagni umborð
Høvuðsfilmur

Hagreiðing av fiskasløgum
ToskurHýsaHvítingurUpsiLonga,
BrosmaHavtaska, KalviTungaReyðsprøka,
SkøtaSteinbíturLiriKongafiskur