Meting um Gólvsølu


Meting 24-10-2017
Eiði 0 kg
Klaksvík 0 kg
Leirvík 0 kg
Sørvágur 0 kg
Toftir 0 kg
Tórshavn 0 kg
Tvøroyri 0 kg
Vágur 0 kg
samla..........

0 kg

meira >>

Gólvsølu Yvirlit!


Sølur 24-10-2017
samla............

0 kg

Telefonsølur


    Sølur 24-10-2017
    samla...........

    0 kg

Meting um tilfeingið fyri viku 25, 2017 PDF Prenta Teldupostur
Friday, 16 June 2017

Samandráttur: Línuskip:  Tað eru tvey ísfiskalínuskip, sum fiska við Grønland. Tey fiska mest tosk. Vit vantað at bæði koma at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Eitt ísfiskalínuskip er við Ísland, men landar neyvan í vikuni. Eitt frystilínuskip er eisini við Ísland. Undir Føroyum eru bara tvey línuskip til fiskarí. Eitt er á svartkalvaveiðu og landar helst miðskeiðis í vikuni. Hitt fiskar longu, men landar neyvan í vikuni. Nøkur línuskip fara helst út í næstum. 

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar út á vikuna. Veðri verður  gott, so umstøðurnar skuldi verði rímuligar til útróður. Men tað er ring fiskitíð hjá útróðrabátunum, so tí eru ikki so nógvir bátar, sum rógva út fyri tíðina. 

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara helst út í næstum. 

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskiskapurin er brúkiligur. Fáa lítið og einki av hjáveiðu.  Partrolarnir koma inn sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks. 

Trolbátar:  Tríggjir eru á landleiðini og koma allir at landa mánadagin. Teir hava ein blanding av toski, hýsu, havtasku, tungu og reyðsprøku. Hinir trolbátarnir fara helst út um vikuskiftið. 

Garnaskip: Eitt fiskar svartkalva, og kemur helst at landa síðst í vikuni, brúkiligt fiskarí. Eitt fiskar havtasku. Eitt er farið á beding. 

Downloada alla metingina her
 

Faroe Fish Market 2013

Nærlagni umborð

Nærlagni umborð
Høvuðsfilmur

Hagreiðing av fiskasløgum
ToskurHýsaHvítingurUpsiLonga,
BrosmaHavtaska, KalviTungaReyðsprøka,
SkøtaSteinbíturLiriKongafiskur