Meting um Gólvsølu


Meting 24-10-2017
Eiði 0 kg
Klaksvík 0 kg
Leirvík 0 kg
Sørvágur 0 kg
Toftir 0 kg
Tórshavn 0 kg
Tvøroyri 0 kg
Vágur 0 kg
samla..........

0 kg

meira >>

Gólvsølu Yvirlit!


Sølur 24-10-2017
samla............

0 kg

Telefonsølur


    Sølur 24-10-2017
    samla...........

    0 kg

Meting um tilfeingið fyri viku 23, 2017 PDF Prenta Teldupostur
Friday, 02 June 2017

Samandráttur: Línuskip:  Tað eru trý ísfiskalínuskip, sum nýliga eru byrjaði við Grønland. Tey fiska mest tosk, men tey landa neyvan í vikuni. Eisini er eitt frystilínuskip við Grønland. Tvey ísfiskalínuskip eru við Ísland. Eisini tey eru nýliga byrjaði túr, so tey landa heldur ikki í vikuni. Tvey frystilínuskip eru eisini við Ísland. Undir Føroum eru tvey línuskip. Annað landar miðskeiðis í vikuni, meðan hitt landar neyvan hesa vikuna. Tey fáa mest av longu. Eitt er úti á rygginum og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Okkurt av línuskipunum, sum liggja við bryggju, fer út í næstum. 

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini gott, so umstøðurnar skuldi verði tilvildar fyri útróðri. Men tað er ring fiskitíð hjá útróðrabátunum, so tí er ikki so nógvir bátar, sum rógva út fyri tíðina. 

Djúpvatnstrolarar: Tríggjir fiska upsa og koma vantandi at landa síðst í vikuni. Eisini fiska onkur av teimum nakað av svartkalva. Ein fiskar blálongu og stinglaks og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. 

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí.Fiskaiskapurin hevur verði góður eftir upsa, men er minkaður nakað nú. Fáa lítið av hjáveiðu.  Partrolarnir koma inn sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks. 

Trolbátar:  Fýra eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og nakað av upsa. Eisini fáa teir nakað av flatfiski. Landað miðskeiðis ella síðst í vikuni. Tveir trolbátar fara út um vikuskiftið og ein er á beding. 

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva, og koma helst bæði at landa síðst í vikuni, smáligt fiskarí. Eitt fiskar havtasku.   

Downloada alla metingina her
 

Faroe Fish Market 2013

Nærlagni umborð

Nærlagni umborð
Høvuðsfilmur

Hagreiðing av fiskasløgum
ToskurHýsaHvítingurUpsiLonga,
BrosmaHavtaska, KalviTungaReyðsprøka,
SkøtaSteinbíturLiriKongafiskur