Meting um Gólvsølu


Meting 09-09-2010
Sørvágur 900 kg
Klaksvík 0 kg
Leirvík/Hvilvtenni 0 kg
Toftir 0 kg
Tvøroyri 0 kg
Vágur 0 kg
samla..........

900 kg

meira >>

Gólvsølu Yvirlit!


Sølur 09-09-2010 Søla Nr. 402073
Sørvágur 521 kg
samla............

521 kg

Telefonsølur


    Sølur 09-09-2010
    kl. 10.00 166.971 kg
    samla...........

    166.971 kg

Meting um tilfeingið vika 29 PDF Prenta Teldupostur

Samandráttur:

Línuskip: Eitt línuskip  landar mánadagin, mest brosmu og longu. Seinni í vikuni vanta vit 2 línuskip. Báðir eru undir Føroyum, mest brosma og longa. Ein er undir Grønlandi og fiskar tosk og svartkalva, landar møguliga í vikuni. Ein ætlar sær út ídag (fríggjadag 16/07) at fiska hýsu og tosk. Annars so hava fleiri línuskip lagt fyri summari. 

Útróðrur: Streymurin  er góður í vikuni og veðri sær út til at blíva so nøkunlunda, so helst verður nakað av útróðri. Mest hýsa og hvítingur hjá línubátunum og mest toskur hjá snellubátunum. 

Dúpvatnstrolarir: Ein fiskar við Grønland, fiska svartkalva, kongafisk og tosk, landar møguliga í vikuni. Ein er eystanfyri, fiskar á djúpum vatni, svk og kf.  Hinir antin partrola ella fiska djúpvatns fisk og landa uttanlanda. 

Partrolarir:  Partrolarnir eru  runt Føroyar, fiskaríið er heldur smáligt. Landa gjøgnum vikuna.  

Trolbátar:  3 trolbátar eru á landleiðini, fáa mest tosk, reyðsprøku, tungu og havtasku. Nakað av steinbíti er eisini. Landa allir mánadagin. Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu, landar vantandi mánadagin. Landleiðin er stongd í 2 vikur, men nakrir trolbátar ætla sær norður um at fiska tosk og hýsu. Nakrir koma tó at liggja hesar báðar vikurnar. 

Garnaskip: Eitt fiskar havtasku, landar í vikuni. Eitt fiskar svartkalva, frystir umborð. Hini garnaskipini hava øll lagt, fara útaftur seinni í summar.

 

Downloada alla metingina her
 

Streymkurvar

septembur 2010

oktobur 2010

novembur 2010