Samandráttur:Línuskip: Eitt skip hevur boða frá landing mánadagin, hevur mest tosk og hýsu. Seinni í vikuni koma vantandi eini 5-6 línuskip. Tað verður mest toskur. Nakað verður tó av hýsu, brosmu og longu. Útróðrur: Streymurin verður góður, men veðurvánirnar eru heldur ivasamar, so tað verður nokk ikki nógvur útróður. Tað verður nógv lágætt, so møguliga fara teir at rógva út norðanfyri. Djúpvatnstrolarir: Ein er djúpt og fiskar svartkalva, landar helst mánadagin. Hinir eru grynnri og fiska mest upsa. Koma inn gjøgnum vikuna. Partrolarir: Teir sum eru úti, fiska allir upsa. Heldur frægari fiskarí nú. Trolbátar: Trolbátarnir eru allir úti. Allir fiska havtasku. Vit vanta 6 trolbátar koma at landa mánadagin, hinir helst miðskeiðis í vikuni. Garnaskip: Tríggjir fiska havtasku, koma inn miðskeiðis í vikuni. |